Gera film um málið um samkynd

Í næstan tvær vikur hava tveir mans frá Danmarks Radio verið í Føroyum og fylgt málinum um samkynd. Teir hava prátað við fleiri samkyndar føroyingar, politikarar, vanligar føroyingar og ætla at lýsa virðisstrýðið í føroyska samfelagnum

Halfdan Muurholm, journalistur, og Jørgen Palmer, myndamaður, hava verið í Føroyum í smáar tvær vikur nú. Báðir arbeiða teir fyri Danmarks Radio, og í løtuni eru teir í fer við at gera ein dokumentarfilm um samkynd í Føroyum, grein 266 b og virðisstríðið, sum teir halda er í føroyska samfelagnum í dag.
– Føroyar er eitt mikrokosmos í hesum málinum, tí hetta er nógv størri enn bara tað, sum hendir her í løtuni, heldur Halfdan Muurholm, journalistur.
Hann er sannførdur um, at málið er áhugavert fyri nógv onnur enn bara føroyingar.
– Nógv hava ta myndina í huga sínum, at Føroyar er hetta lítla paradísi, og tí loypir tað hvøkk á mong, at tit samstundis hava hetta virðisstríðið, sum fyllir so nógv, sigur hann.

Fylgt samkyndum føroyingum
Í Føroyum hava teir báðir, Halfdan Muurholm og Jørgen Palmer, fylgt tveimum samkyndum føroyingum og familjum teirra og ætlanin er so, at hesir koma at mynda dokumentarfilmin, sum annars kemur at byggja á politikk og trúgv.
Teir báðir leggja dent á, at hetta ikki kemur at vera nýggjheitir, ið teir borðreiða við í filmi teirra, men heldur ein lýsing av menniskjasøgum, har teir grava í dýpdina í málinum og royna at fáa so nógv ymisk sjónarhorn við sum gjørligt.
– Vit hava fingið nakrar ógvusligar útsagnir frá bæði mótstøðufólkum og viðhaldsfólkum av 266 b, men vit hava eisini fingið miðjuna við, fortelja teir báðir.
– Trupulleikin er bara, at vit hava so nógv gott tilfar, at vit uttan himpr høvdu kunnað gjørt ein ein tíma langan dokumentarfilm, men hetta skal altso ikki fylla meir enn ein hálvan tíma.

Stríð ímillum trúgvandi
Halfdan Muurholm hevði fylgt málinum væl úr Danmark, áðrenn hann kom henda vegin. Hann er tó bilsin av, hvussu trúgvandi føroyingar eru.
– Føroyingar eru nógv meiri trúgvandi enn eg hevði roknað við. Men tað sum hevur gjørt meg allarmest bilsnan, er, at tað er eisini eitt stríð ímillum tey trúgvandi í Føroyum í hesum málinum. Tað eru so nógvir mátar at vera kristin uppá, at eisini her er eitt virðisstríð, sigur danski tíðindamaðurin.

Koma aftur
Teir báðir donsku tíðindamenninir fara til Danmarkar aftur í morgin, hósdagin. Men teir siga báðir, at teir kundu hugsað sær at komi aftur henda vegin einaferð seinni og fylgja málinum upp.
– Í tí tilfarinum, vit nú hava fingið í Føroyum síggi eg møguleikar fyri at gera ein altjóða dokumentarfilm. Tí á sama hátt sum við Muhammed-kreppuni í Danmark, so hevur hetta eisini nøkur altjóða atlit, sum gera málið áhugavert fyri so mong onnur enn bara føroyingar.
Halfdan Muurholm heldur, at dokumentarfilmurin teir nú gera, so avgjørt er áhugaverdur fyri føroyingar.
– Tað verður hann heilt víst, og ikki minst haldi eg, at nógvir føroyingar høvdu lært nógv um samkynd og hvat tað er fyri nakað, sigur Halfdan Muurholm um filmin, sum væntandi verður at síggja á DR2 fyrst í desembermánaði.