Gera ferðavinnustrategi og menningarætlan

Nú kunnu borgarar í Vágum og Mykinesi vera við í verkætlanini um ferðavinnustrategi

Arbeiðið at gera ferðavinnustrategi og menningarætlan fyri Vágar og Mykines er nú farið í gongd. 

– Fyrsta stig í arbeiðinum er at gera eina støðumynd av ferðavinnuni i økinum í dag, og her hava vit brúk fyri, at øll tey, sum onkursvegna høvdu við gisting at gera í 2019, skráseta hetta á heimasíðuni, sigur Oda W. Andreasen, verkætlanarleiðari.

Hon er sett av Visitvágar, Sørvágs Kommunu og Vága Kommunu at gera ferðavinnu- og menningarstratregi fyri Vágar & Mykines.

Verkætlanarleiðarin heitir eisini á fólk í matstovu- og handlisvinnuni at upplýsa, hvussu stórur partur av søluni er tengdur at ferðavinnuni. 

– Í august mánaði fara vit at halda borgarafundir í øllum bygdunum, har fólk hava møguleika at geva sítt íkast og sína hugsan til verkætlanina, sigur Oda W. Andreasen.

Í september vera verkstovur, har tað verður hugarok um burðardyggar upplivingar í Vágum og Mykinesi, umframt skeið í produktmenning og prísáseting.

– Okkara vón og væntan til verkætlanina er, at tilgongdin fer at tryggja, at hon er sosialt burðardygg - vit taka atlit til borgarar og mentan, at hon er náttúru burðardygg - vit taka atlit til, virða og verja náttúru og djóralív og búskarparliga burðardygg - vit menna staðbundnar upplivingar, sum skapa arbeiði og inntøkur kring allar Vágar og alt Mykines alt árið, sigur Oda W. Andreasen.