Fiskivinnustevnan liggur í Runavík, og Runavík liggur mitt í verkfallsrakta økinum hjá Føroya Arbeiðarafelag.
-Vit hava tó ikki í hyggju at taka upp verkfallsrakt arbeiði. Arbeiði á Fiskivinnustevnuni hevur einki við Føroya Arbeiðarafelag at gera og limir hjá felagnum arbeiða ikki her, sigur Símin Hammer, fyrireikari.
Í Havn standa nakrar bingjur, sum skulu nýtast á fiskivinnustevnuni, hvussu ætla til at fáa tær til Runavíkar?
-Vit ætla at leiga bilar til hetta endamál og um neyðugt, so biðja vit um escortu frá politinum. Bingjurnar hava einki við verkfallið at gera og tað vera hvørki limir í Føroya Arbeiðarafelag,. sum koma at flyta tær ella tøma tær, sigur hann.










