Fyrst í nýggja árinum verður farið undir stóra umbygging á Hotel Tórshavn. Tá verður matstovan, Gallan, umbygd, soleiðis at so at siga øll hæddin verður nýtt til eina stóra matstovu við opnum køki.
Pizzacaféin og Gallan verða løgd saman í eina matstovu á fyrstu hædd. Síðani verðu trappa gjørd niður í Pizzacaféina, har eisini fer at bera til at fáa sær eta, hóast køkurin verður uppiá.
Tá umbyggingin fer fram, verður Gallan stongd, men kortini verður køkurin opin og døgurðin verður tá borðreiddur á niðastu hædd, til nýggja og stóra matstovan letur uppaftur.
Tá verða eisini broytingar gjørdar á niðastu hædd.
FAKTA
P/F Hotel Føroyar rekur virksemið hjá Hotel Tórshavn.
Stjóri er Johannes Jensen.
Sjefkokkur í Galluni er Niclas Djurhuus
Kokkur í Pizzacaféini er Tummas Jakobsen
Á Hotel Tórshavn starvast 20 fólk.
Tveir kokkalærlingar eru á hotellinum.
Hotel Føroyar tók yvir raksturin av hotellinum 1. august.
8. november fekk Hotel Tórshavn fult skeinkiloyvi
Á Hotel Tórshavn eru 84 seingjarpláss, 43 kømur, dupultkømur, twin-kømur, einkultkømur og tríggjar suitur við góðum útsýni yvir Vestaru vág










