Gera eina roynd at spæla

Veðrið er framvegis einki serligt, men veðurmenninir siga frá linkandi vindi út á dagin.

Tí hevur FSF heitt á dómararnar í landinum um at byrja dystirnar í dag til ásettu tíðina.

- Um dómararnir ikki meta, at tað er ráðiligt at byrja dystin, hava vit heitt á teir um at bíða sum longst, áðrenn sett verður ígongd. Hetta tí tað kann vera trupult at taka dyst uppaftur, um hesin fyrst er niðurlagdur, sigur Sveinur Tróndarson.

Um so er, dystur verður niðurlagdur, tekur Kappingarnevndin upp til ta tíð, um dysturin skal spælast umaftur, ella um úrslit verður standandi, eins og tað varð gjørt í fjør, tá nakrir av dystunum kortini ikki høvdu nakran týdning.