Hetta er eitt stig tann skeiva vegin. Tað sigur Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Allir flokkarnir í samgonguni, Javnaðarflokkurin, Famsókn og Tjóðveldi gera nú enn eina roynd at fáa Samgonguna at broyta meining, tí tey halda, at ger hon ikki tað, verður tað eitt afturstig í royndunum at fáa okkum at keypa fleiri elbilar.
Samgongan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at elbilar skulu halda fram at sleppa undir avgjaldi, men nú vil samgongan eisini hava hybridbilar upp í og eisini gera teir partvís avgjaldsfríar. Bæði Umhvørvisstovan, Sev og sjálvur landsstýrismaðurin í umhvørvismálum, eru ímóti at gera hybridbilar partvís avgjaldsfríar, tí tey siga, at tað hevur einki við grøna orku at gera.
Løgtingið skal avgreiða málið endaliga í dag, og í hesum sambandi hevur andstøðan lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina, so at hybridbilar ikki skulu sleppa undan avgjaldi.
Tað er eisini ætlanin at plug-in hybridbilar skulu sleppa partvís undan avgjaldi og tað hevur andstøðan, sum heild, einki ímóti.
Vit mæla frá at gera hybridbilar partvís avgjaldsfríar, tí hetta fer at seinka gongdini at gerast leys av lívrunnum brennievni, og sostatt er tað eitt fet tann skeiva vegin á grønu kósini.
– Í dag er lítil og eingin munur á útlátinum frá einum vanligum hybridbili og teimum nýggjastu bilunum við bensin- ella dieselmotorum. Tað er tí ein misskiljing, tá ið tað verður sagt, at vanligir hybridbilar eru serliga umhvørvisvinarligir bilar, tað eru teir ikki, sigur andstøðan.
Sum støðan er beint nú, fær uppskotið hjá andstøðuni ikki undirtøku, tí tinglimir í Miðflokkinum, og í Sambandsflokkinum, verja framvegis ætlanina at hybridbilar skulu sleppa undan avgjaldi, ti teir tvíhalda um, at hóast alt eru teir grønari enn bensin -og dieselbilar.











