Gera eina roynd afturat at sleppa undan verkfalli

Klokkan 10 í morgun fór semingsmaðurin undir aftur royndina at finna semju ímillum Arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar.

 

Sáttmálin gekk út 1. mai, men hevur síðani verið longdur fleiri ferðir. Men síðsta fríggjadag kastaðu partarnir frá sær og sendu boð eftir semingsmanninum og tað fyrsta hann gjørdi, var at útseta eitt verkfall í eina viku. Tann vikan er farin á midnátt í kvøld og Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at nú verður samráðst til tað røkkur ella støkkur.

 

Men tað er í øllum førum greitt, at tað verður einki verkfall, fyrrenn semingsmenninir geva skarvin yvir, so tað kann ganga rúm tíð enn, áðrenn nøkur avgerð fellur.

 

Og tá ið avgerðin er fallin, kunnu arbeiðarafeløgini ikki fara í verkfall beinanvegin, tí tey skulu boða frá minst 48 tímar áðrenn tey fara í verkfall.

 

Tað er serliga lønin, sum skilur partarnar. Arbeiðarafeløgini hava kravt eina lønarhækking, sum er størri enn vanligt, tí tey vilja hava eina hækking sum gevur teimum lut í framgongdini í samfelagnum. Fakfeløgini vilja eisini hava reglur í nýggjan sáttmálan sum forða fyri, at arbeiðsfólk kunnu verða uppsøgd av ósakligum orsøkum. 

 

Tað er langt ímillum partarnar enn og semingsmaðurin sigur, at enn røkist einki fyri at tíðin er búgvin at leggja eitt semingsuppskot fyri teir.