Á Korndalsgarði á Eiði arbeiða tey við náttúru og umhvørvi.
Martin Kristoffur Kristiansen hevur skrivað ein greinastubba á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu um tað, sum børnini arbeiða við.
- Í Korndalsgarði arbeiða børnini við einari verkætlan um náttúru og umhvørvi. Tey hava lært um dálking og hava savnað rusk.
Greitt verður frá, at børnini eisini arbeiða við at gera eina eftirlíkning av jørðini - ein globus, sum skal brúkast til ruskið.
- Verkætlanin verður sýnd fram á ommu-og abbadegnum hin 28. mai, verður lagt aftrat.
##med2##