Gera ein friðsælan blett mitt í Havn

Skjøtil er nú settur á at gera størsta frílendi í Føroyum

Eitt stórt øki, heilt frá Strond, niðan í Hoydalar, skal verða eitt grønur, friðsælur blettur.

 

Tað er ætlanin, nú skjøtil er settur á Føroya størstu frílendisætlan.

 

Umhvørvisstovan, Søvn Landsins og Tórshavnar Kommuna hava gjørt eitt uppskot um, hvussu lendið skal skipast og tað varð lagt fram á borgarafundi í gjárkvøldið, har eini 100 fólk vóru møtt.

 

Tróndur G. Leivsson, landsskógarvørur, sigur, at ætlanin fevnir um eitt øki upp á heilar 282.000 fermetrar, sum røkkur heilt frá Strond, niðan í Hoydalar.

 

- Hoydalar eru mitt í Havnini og nú er ætlanin at gera tað til eitt fríøkið hjá fólki við gøtum, plantum, fløtum, rørsluøki til kelidjór o.s.fr.

 

Gøturnar verða ein týðandi partur í frílendinum, tí eitt netverk av gøtum leiða fólki runt í økinum.

 

Tann stóra grasfløtan í Hoydølum hava tey hugsað at varðveita og hann kann so brúkast til leik og spæl av ymsum slagi og kanska til konsertir av ymsum slagi.

 

Hoydalsá verður ein savnandi partur í økinum.

 

Tróndur G. Leivsson sigur, at Hoydalsá er við at vera gullrein aftur. Men teirra dreymur er at í framtíðini skal hon aftur verða tann frálíku sílaá, hon var fyrr, so at fólk kunnu fiska síl í henni.

 

Hinvegin fevndi arbeiðsstetningurin hjá teimum, sum hava gjørt uppskotið um frílendið, ikki um bygningarnar í Hoydølum.

 

Men Tróndur G. Leivsson sigur, at sjálvandi síggja tey fyri sær, at bygningarnir onkusvegna verða ein partur í ætlanini.

 

Nevndin, sum hevur gjørt uppskotið, hevur mett, at verður ein millión krónur sett av til ætlanina um árið  í 10 ár, kann hon setast í verk, men tað krevst eisini ein hálv millión um árið til rakstur.

 

Tað er landið, sum eigur lendið, men kommunan umsitur býarætlanir, so Landsskógarvørurin sær fyri sær, at landið og kommunan eru felags um uppgávuna.

 

Ætlanin er eisini at almenningurin skala fáa høvi til at gera sínar viðmerkingar til ætlanina og at koma við hugskotum um broytingar og um, hvussu lendið skal skipast.

 

Viðmerkingar og uppskot skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi tann 1. desember.

 

Í pdf-skjalinum niðast, ber til at síggja uppskotið um, hvussu lendið skal skipast og tað ber eisini til at síggja eitt yvirlit hjá fornminnissavninum yvir mentanarminni í økinum