Gera depil fyri fjarlestur í Vági

Nú skal ein depil fyri fjarlestur, skipast í Vági.

Tað hevur Vágs Býráð samtykt í kvøld.

Endamálið við hesum tiltakinum er at geva øllum í Suðuroy, sum útbúgva seg við fjarlestri, eitt felags savningarstað við allari neyðugari útgerð, har tey lesandi kunnu føla seg sum ein part í einum skúlaumhvørvi.

Kommunan eigur fleiri høli, sum eru hóskandi til endamálið.

Hetta skal vera eitt tilboð til tey, sum ætla sær undir hægri lestur, ískoytislestur, endurútbúgving og uppskúling.

Depilin skal eisini kunna bjóða út og skipa fyri førleikamennandi skeiðum fyri stovnum, fyritøkum og einstaklingum í oynni.

Býráðið heldur, at hetta verður avgjørt eitt gott tilboð til suðuroyingar, serliga tey ungu, sum kundu hugsa sær eina útbúgving.

Nógv hava hug til at útbúgva seg og í hesum sambandi er fjarlestur eitt hent amboð, sum ikki verður nógv brúkt.

- Tey flestu fara til Havnar, ella av landinum og nógv av teimum koma ongantíð aftur, staðfesti Dennis Holm, borgarstjóri, tá ið hann legði málið fyri býráðið í kvøld.

- Nú kunnu tey so taka útbúgvingina, antin heilt ella partvís, í Vági, og tað ger stóran mun.

Depilin skal eisini verða eitt bindilið ímillum tey, sum ætla sær undir útbúgving.

Tey kunnu seta seg í sambandi við fjarlestradepilin, sum síðani kann hjálpa til at finna útav hvør bjóðar slíkar útbúgvingar fram og hjálpa til at skapa samband ímillum tann lesandi og útbúgvingarstovn.

Á næsta býráðsfundi fer býráðið so at taka støðu til, hvussu depilin skal skipast og fíggjast og, hvørjir samstarvsfelagarnir vera.

Ætlanin er, at depilin skal vera skipaður longu í summar, so at tey, sum byrja at lesa eftir summarfrítíðina, kunnu gera tað umvegis depilin.