Føroyingar í Århus gera bussferð til dyst hjá føroysku U21 landsliðnum, sum verður spældur í Aalborg fríggjakvøldið.
Føroyar skulu spæla ímóti Danmark í stadion í Aalborg, og útisetar í Århus skipa nú fyri bussferð til dystin. Tey heita á fólk um at tekna seg til ferðina sum skjótast, so at grundarlagið fyri ferðini verður tryggjað.
Koyrt verður frá Áarstovu í Århus fríggjadagin kl. 15.00, og dysturin er í Aalborg kl. 18.00.
Meira fæst at vita um ferðina á hesi facebook-síðuni: