Gera bungur at forða skilaleysari koyring

Í kvøld gera menn frá Vegadeildini hjá Tórshavnar Kommunu bungur uttan fyri Café Nátúr niðast á Áarvegnum í Havn. Bungurnar vórðu upprunaligar gjørdar eftir eitt av teimum heilt øru ferðsluóhappunum

Tað var eitt ferðsluóhapp eina mánanátt í august í 2005 sum førdi við sær, at Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn gjørdi av, at bungur skuldu gerast báðu megin Café Nátúr í Havn.

Tað var eitt av teimum heilt øru ferðsluóhappunum, har tveir bilar komu kappkoyrandi heim eftir Havnargøtu. Komnir móti Kopargøtu (gøtan aftan fyri Café Nátúr), fer annar bilur niðan eftir Áarvegnum vinstrumegin Café Nátúr, har bert er loyvt at koyra omaneftir. Ein bilur kom samstundis omaneftir, og so mátti óhappið henda.

Í kvøld eru menn frá Vegadeildini hjá Tórshavnar Kommunu farnir at gera bungurnar av nýggjum. Fýra ára slit sæst á teimum ? og nú tær verða endurnýggjaðar, fara tær aftur at bøta um ferðslutrygdina. Eingin ivi er um, at ferðslubungurnar hava avmarkað skilaleysu koyringina, tað kunnu grannarnir sanna.