Tórshavnar kommuna og Mentamálaráðið eru samd um at gera ein barnagarð í Hoydølum. Tórshavnar kommuna hevur leigað skúlalonina í Hoydølum fram til árslok 2020. Hetta fer at skapa 100 nýggj dagstovnapláss.
Lonin í Hoydølum er sera væl egnað sum dagstovnur við góðum og rúmligum hølum. Uttanduraumhvørvið er øllum kunnugt bæði vakurt og hugnaligt, har tað eisini fer at verða sett upp eitt spælipláss.
Í løtuni ger kommunan bygningin í Hoydølum kláran, og ætlanin er, at dagstovnavirksemið fer í gongd um mánaðarskiftið.
Umframt nýggja barnagarðin í Hoydølum, eru tríggjar út- og umbyggingar av stovnum í gongd. Tær eru Fríðriksgarður (Brúni skúli), Býlingshúsið Inni á Gøtu og Býlingshúsið í Maritugøtu. Samlað er talan um í alt fleiri enn 75 pláss aftrat.
Hóast hesar útbyggingar, so er hetta ikki nóg mikið til tess at nøkta tørvin á dagstovnaplássum. Kommunan arbeiðir tí við ítøkiligum ætlanum um at byggja tveir stovnar aftrat út í ár, so at út ímóti 100 nýggj pláss verða fingin til vega.
Væntandi verður endalig støða tikin til útbygging av Býlingshúsinum Vesturi á Flat í næstum. Í uppskoti er at byggja fýra nýggjar stovur.
So skjótt býráðið hevur samtykt byggiætlanina, verða hesi plássini Vesturi á Flat bjóðað út í BARN, tó so, at børnini byrja í Hoydølum saman við starvsfólki á stovninum. Útbyggingin Vesturi á Flat tekur væntandi umleið 1 ár og tá flyta børnini niðan á stovnin.
Barnagarðurin í Hoydølum er tó í fyrsta umfari ein fyribils loysn, sum skal vera, meðan útbyggingarnar í býlingshúsinum inni á gøtu og í Maritugøtu, verða framdar.