Gera ábøtur á grótkastið

Tað fóru eini 100-150 kubikk av ytru síðuni á sunnara grótkastinum í Nólsoy í vetur, og tað verður lagt í aftur nú Veturin var heldur baldrutur, í hvussu er í støðum, og nógvi uppgangurin gekk eisini út yvir sunara grótkastið á havnini í Nólsoy.

- Tað skolaði eitt stað millum 100 og 150 kubikk burtur av ytru síðuni á sunnara grótkastinum, og tað er tað, sum nú verður lagt í aftur, sigur Arnbjørn Kristiansen av havnaskrivstovuni.

Grótbáturin Siri hjá J&K Petersen kom stutt fyri klokkan 17 í gjár til Nólsoyar, fullur av stórum gróti, og við stóra flakanum hangandi í sær.

- Ein gravkúgv við einum serligum grabba stendur á flakanum og leggur grótið, sum verður tikið úr lastini á grótbátinum, sigur Arnbjørn Kristiansen.

Umvælingin av grótkastinum tekur bara nakrar fáar dagar.