Gera bátahyl á Sundi til 260 bátar

Tórshavnar Býráð arbeiðir nú fyri at bøta um umstøðurnar hjá bátseigarunum í kommununi.

Tað hevur leingi verið stórur tørvur á fleiri bátaplássum og í løtuni eru 300 bátar á bíðilista, sigur býráðið.

Tær elstu umsóknirnar eru frá 2001.

Í hesum sambandi er ætlanin nú at seta skjøtul á arbeiðið at gera ein bátahyl á Sundi til einar 260 bátar.

Økið á landi er hampuliga stórt, og hóast Kaldbaksfjørður er djúpur, er dýpið, har brimgarðurin skal gerast, ikki meira enn einar 10 metrar

Tilsamans verður tað mett at kosta einar 30 milliónir at gera bátahyl á Sundi til einar 260 bátar. Á landi verður eitt tøki upp á einar 10.000 fermetrar, lagt til bátahylin.

Men áðrenn endalig støða kann takast til bygging, er neyðugt at Landsverk, Innlendismálaráðið og friðingarmyndugleikarnir góðkenna ætlanina og at ávirkanin á umhvørvið verður kannað.

Somuleiðis skulu teldusimuleringar gerast av kyrruni í bátahylinum, og bryggjuni á Sundi.

Á býráðsfundinum í næstu viku, skal býráðið taka støðu til um at brúka eina millión til alt hetta fyrireikandi arbeiðið og tað mælir ein meiriluti í fíggjarnevndi hjá Tórshavnar býráði til at gera.

Í meirilutanum eru Heðín Mortensen, Halla Samuelsen og Jógvan Arge,

Eisini ein meiriluti í havnanevndini, Jákup Símun Simonsen, Levi Mørk og Halla Samuelsen taka undir við hesum.

Hinvegin mælir ein minniluti í havnanevndini, Jan Christiansen og Vagnur Johannesen, býráðnum til at halda fast um upprunaligu ætlanina, sum er at gera Álakersvík til smábátahavn til 150 bátar og tað eru teir báðir, Sjúrður Olsen og Bogi Andreasen, samdir í.

Teir mæla somuleiðis til, at Bátafelagið verður hoyrt í málinum.