Gera børnini tryggari í ferðsluni

Tryggingarfelagið Føroyar og Ráðið fyri Ferðslutrygd gera í hesum døgum eitt stórt átak fyri at tryggja børn í Føroyum betri í ferðsluni. Hetta verður gjørt við, at lata endurskinsvestar til øll barnagarðsbørn og øll børn, ið byrja í 1. flokki í ár

Øll 3-7 ára gomul børn - íalt 3.500 børn ? í Føroyum fáa sostatt endurskinsvestar í hesum døgum. Fyri barnagarðsbørnini er galdandi, at dagstovnarnir fáa vestarnar til ognar, meðan tað fyri skúlabørnini er galdandi at tey fáa vestarnar sjálvi til ognar.

Við átakinum vilja Tryggingarfelagið Føroyar og Ráðið fyri Ferðslutrygd vera við til, at børnini gerast tryggari í dagligdegnum og í ferðsluni.

- Tryggingarfelagið Føroyar leggur stóran dent á økta ferðslutrygd. Serliga vilja vit tryggja, at børnini kunnu kenna seg trygg í ferðsluni. Vit fegnast tí um, at vit við hesum átaki, kunnu stuðla undir hesum við at geva stórum parti av børnunum í Føroyum endurskinsvestar, ið kunnu vera við til at tryggja tey betri í ferðsluni, sigur Edvard Heen, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyuar.

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur ætlanir um at fremja fleiri verkætlanir í ár, fyri at betra um ferðslutrygdina. Ein røð av hesum verða gjørdar í samstarvi við Tryggingarfelagið Føroyar.

- Hetta átakið er eitt av fleiri átøkum, ið vit ynskja at fremja í ár, fyri at betra um trygdina hjá børnum í ferðsluni. Vit vóna og vænta avgjørt, at hetta átak fer at muna, og fegnast um, at hetta átakið kundi gerast veruleiki saman við Tryggingarfelagnum Føroyum, sigur Sølvi Reinert Hansen, stjóri fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd.