Gera av álvara klárt til oljuboring í 2006

Eftir f!ra minni væl eydna:ar oljuboringar á landgrunninum gera eitt Statoilsamtak og oljufelagi: Anadarko nú endaligu fyrireikingarnar til at bora fyrsta brunnin gjøgnum tjúkkar basaltfláir í føroysku undirgrundini nakrantí:. Kanningarskipi: Sea Surveyor er júst fari: út á landgrunnin at seta av fyri komandi boringini, sum ætlandi ver:ur næsta summar

Eitt sera t!:andi og eitt av teimum seinastu stóru stigunum, á:renn Statoil setir borin í basalti: næsta summar, ver:ur nú tiki:. Í gjár kom rannsóknarskipi: Sea Surveyor á Havnia eftir útger: og fólki. Hetta er ta: fjór:a skipi:, sum kemur á Føroyalei:ina í summar at gera kanningar fyri Statoilsamtak og sum allar hava til endamál at gera klárt til at seta borin í basalti: á landgrunninum, mi:skei:is millum Føroyar og marki:.

Kanningarnar, sum ver:a gjørdar komandi vikuna, eru li:ur í royndunum hjá Statoil og hinum feløgunum í samtakinum, Shell, Dong og Anadarko, at rudda sló: fyri eini tí fyrstu veruligu royndarboringini gjøgnum basalt á føroyska landgrunninum.

Sea Surveyor, sum fór av aftur Havnini í gjár, skal gera eitt sokalla: "Site Survey", eina borista:arkanning á einum lítlum øki í loyvi nr. 006, har borurin skal setast í næsta ár. Vi: seismikki og ø:rum kanningum á havbotninum og naka: undir havbotninum skal skipi: tryggja, at alt gongur rætt fyri seg og at trygdin er í hásæti, tá ein stórur boripallur eftir ætlanini kemur á Føroyalei:ina næsta summar at seta borin í. Kanningin er tann seinasta veruliga kanningin, á:renn fari: ver:ur undir at bora. Tá slík kanning ver:ur gjørd er rættiliga sannlíkt, at oljufeløgini veruliga ætla sær at seta borin í . Enn er avger:in um at bora tó ikki endaliga tikin. Men ætlanin er, at Statoilsamtaki: skal flyta sín brunn frá 1. rundu í sínum seks ára loyvi til tess 9 ára loyvi.

Hóast endaliga avtalan um at bora enn ikki er komin uppá pláss, so er ta: næstan vist, at Statoil og tess partnarar fara at bora næsta ár. Ta: treytar tó at boripallur fæst til næsta summar. Sum Sosialurin skilur ver:ur arbeitt at fáa ein pall. Hóast eftirspurningurin er stórur, so skilst, at ta: helst fer at eydnast at fáa ein pall til uppgávuna.

Vi: frá byrjan
Joseph W. Gallagher stendur fyri tí tekniska partinum av kanningunum og hitti Sosialurin hann á Vestarubryggju, har hann saman vi: ø:rum fólkum frá Statoil var vi: at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til hesar so t!dningarmiklu kanningar innan boringina næsta summar.

Joseph hevur arbeitt hjá Statoil í mong ár og hevur drúgvar royndir í oljuvinnuni, har hann eitt skifti arbeiddi í Houston. Í dag arbei:ir hann á Londondeildini hjá Statoil, har hann m.a. tekst vi: Føroyaøki: saman vi: nógvum serfrø:ingum frá Stavanger-deildini. Hann hevur veri: vi: í leitingini vi: Føroyar sí:ani ár 2000, og tí er hetta ein sera spennandi tí: fyri hann, nú heilt spildurn!ggjar royndir ver:a gjørdar at finna oljuna undir føroyska basaltinum.

Hann arbeiddi vi: at gera klárt til ta fyrstu boringina eisini. Nú hann er vi: at gera klárt til at bora enn ein brunn vi: Føroyar er hann bjartskygdur. Teir arbei:i nú eftir eini n!ggjari ætlan og leitimodelli, sum eru nógv ø:rvísi í mun til fyrsta brunnin.

Hanna leggur aftrat, at eftir eitt drúgvt kanningararbei:i eru vit nú førir fyri at síggja gjøgnum basalti:. Sjálvur var hann vi: á eini rá:stevnu um basalt og seismikk í Madrid herfyri, har n!ggjastu uppl!singarnir um Føroyaøki: vór:u vi:gjørdir. Vit hava nú data, sum vísa løgini undir basaltinum, har vit hava peika: út eitt ávíst øki sum serstakliga áhugavert. Hetta er ta: vit kalla fyri Brugduprospekti:.

Joseph Gallagher vil ikki vísa aftur, at talan kann vera um at gera eitt stórt fund her, og at ein elefantur tvs. ein risastór oljukelda á oljumáli, eisini er møgulig, um heilt væl vil til. Men ta: er sera torført nú at siga, hvat ver:ur at finna av olju og gassi. Bert boring kann siga okkum hetta. Statoil serfrø:ingurin sigur ví:ari, at kanningarnar nú eru eitt sera t!:andi stig á lei:ini fram móti at bora.

Talan er um ein rættiliga serstakan brunn. Oljufeløg hava á:ur bora: gjøgnum basalt á Atlantsmótinum, men ta: hevur bara veri: gjøgnum sera tunn løg. Her ver:ur helst talan um nógvar hundra: metrar. Ta: er torførari at bora gjøgnum basalt enn gjøgnum vanlig løg, men Statoil hevur royndir at bora gjøgnum basalt, sum eisini koma væl vi: her.

Hess helst vi:
Ta: hevur veri: frammi fyrr, at Amereda Hess og The Faraoe Partnershipsamtaki: fóru at leggja sín írestandi brunn frá 1. rundu saman vi: brunninum, sum Statoilsamtaki: nú fer at bora á basaltinum. Hóast vit ikki hava fingi: hetta endaliga vátta: er rættiliga sannlíkt, at ein avtala ver:ur gjørd millum tey bæ:i samtøkini og føroyskar myndugleikar um, at Statoilbrunnurin og Amerada Hess brunnurnin, sum feløgini bundu seg til at bora í 1. útbjó:ing, ver:a lagdir saman til eina meira konstna:arkrevjandi boring vi: tjúkkum basalti.

BP, sum eisini hevur tveir brunnar eftir at bora frá 1. útbjó:ing hevur í eina tí: veri: í samrá:ingum vi: Anadarko og føroyskar myndugleikar um at flyta brunnarnar inn á 9 ára loyvi sum Anadarko hevur og har bora ein brunn á basaltinum í sta:in fyri teir bá:ar. Sum skilst er endalig avtala enn ikki gjørd, og okkurt bendir á, at hesin brunnurin neyvan ver:ur bora:ur fyrr enn í 2007 m.a. vegna stóra eftirspurningin eftir boripallum.

Ver:ur hetta úrsliti: so ver:ur bert ein brunnur bora:ur á landgrunninum næsta ár, og ta: ver:ur so tann eftir øllum at døma samanlagdi brunnurin hjá Statoil og Amerada Hess samtøkunum.