Gera app til ovurviðkvom

Youly er ein tøknilig fyritøka, sum hevur gjørt eina app til fólk við ovurviðkvæmi

Millum hugskotini á íverksetaradegnum var ein app til fólk við ovurviðkvæmi.

Fyritøkan Youly er ein tøknifrøðilig fyritøka, har tilgongdin seinastu 5 mánaðirnir hevur verið at ment eina app, til fólk við ávísum mat tørvum. T.d, diabetikar, fólk við ovurviðkvæmi og fleiri.

Appin riggar á tann hátt, at brúkarin skannar strikukotuna á eini matvøru, og fær at vita beinavegin, um hon tolur vøruna ella ikki.

Eisini verður møguligt hjá brúkarunum, at leita vørur fram á appini, tilrættaleggja innkeypslista, gera kostætlan o.s.fr.

Youly appin verður í fyrstu atløgu tøk á føroyska og danska marknaðinum, og eftirfylgjandi á evropeiska marknaðinum.