- Um ein kvinna hevur fingið staðfest ein knykil í bróstinum, gera vit, hvat vit kunna, fyri at kroysta hana inn ímillum á bíðilistanum til mammografi-kanning, allarhelst innan tvær vikur. Tí er tað sera týdningarmikið, at vit fáa greið boð um, hví kvinnan skal kannast, sigur Jógvan Dahl Niclasen, yvirlækni á røntgendeidini á Landssjúkrahúsinum.
Jógvan vísir á, at tað kunnu vera ymsar orsøkir til at kvinnur ynskja eina mammografikanning. Summar hava følt okkurt, summar bera ótta fyri, at tær hava arvað sjúkuna, meðan aðrar bert vilja tryggja sær, at onki er galið.
Fjølmiðlarnir ávirka
- At eftirspurningurin eftir hesum kanningum er so stórur í løtuni, er uttan iva ein avleiðing av nógva tosinum um mammografi, sum hevur verið í fjølmiðlunum í seinastuni. Um vit fylgja gongdini yvir eitt áramál, sæst rættiliga týðiliga, at hesi bæði tingini hanga saman, sigur Jógvan.
Men sambært yvirlæknanum, er grundleggjandi orsøkin til langa bíðilistan, at røntgendeildin er so undirmannað í mun til arbeiðsbyrðuna sum heild. Meðan talið á mammografi kanningum er økt við út við 40% seinastu 10 árini og samlaða tali av kanningum við 26%, hevur starvsfólkatalið á deildini verið óbroytt í 20 ár. Og hetta ávirkar øll kanningarøki á deildini. Deildin hevur fleiri ferðir sett fram ynski um, at fáa ein røntgenlækna afturat, men enn er onki hent.
Misskiljing
Jógvan Dahl Niclasen skilur ikki rættiliga, hví ein kvinna, sum hevði bráðfeingis tørv á mammografi-kanning, ikki varð tikin fram um onnur á bíðilistanum. Talan má vera um eina misskiljing, heldur hann, tí deildin vanliga roynir at leggja upp fyri slíkum bráðfeingis tilburðum.
Spurdur, hvørja ávirkan langa bíðitíðin kann hava, tá tað snýr seg um ein knykil í bróstinum, minnir Jógvan á, at hetta er ikki hansara serøki. Men eftir, tí hann skilur, hava nakrar vikur neyvan tann stóra týdningum, tá talan sum oftast er um ein knykil, sum hevur verið leingi ávegis. Hinvegin er sálarliga trýstið og óttin, hesar kvinnur ganga við so leingi, ein ivaleysa nóg góð orsøk fyri, at gera alt fyri at stytta um bíðilistan, sigur Jógvan Dahl Niclasen, yvirlækni.
Fakta:
Tal á mammografi-kanningum á LSH:
1995: 364 kanningar
2004: 503 kanningar
Samlaða tal á røntgenkanningum:
1995: 18479 kanningar
2004: 23979 kanningar
Á deildini starvast 4 læknar og 9 røntgen starvsfólk. Talið á starvsfólkum hevur verið óbroytt seinastu 20 árini










