Gera alt sum til ber fyri at sleppa undan dálking

Tá ið vit fóru undir arbeiðið, hugsaðu vit ikki um, at tað skuldi verða ein trupulleiki, men tað vita vit nú, sigur Havnarmeistarin í Havn

– Vit gera alt, sum tað ber til at gera fyri at sleppa undan dálking, og tað er eisini batnað munandi. Tað sigur Jónsvein Lamhauge, havnameistari í Havn.

 

Tórshavnar Havn hevur verið fyri hørðum atfinningum í sambandi við arbeiðið at byggja havnalagið út. Jens-Kjeld Jensen, náttúruvinur, og onnur við, hava víst á, hvussu stór dálking stendst av arbeiðnum, serliga av øllum spreingitráðnum, sum verður brúktur, og sum rekur á land í Sandagerði, og aðrastaðni.

 

Og í seinastu viku boðaði Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag, FNU, frá, at tey høvdu meldað Tórshavnar Havn fyri at elva til dálking.

 

 

Les eisini: Tórshavnar Han meldað til politiið

 

 

Jónsvein Lamhauge sigur, at í sambandi við arbeiðið at byggja havnalagið út, hava tey verið í neyvum samstarvi við Umhvørvisstovuna. Men hann viðgongur, at dálkingin av spreingitráði er ein trupulleiki, eingin hevur hugsað um, tá ið farið varð undir arbeiðið. Men nú tað er gjørt vart við trupulleikan, hava tey tikið samband upp við entreprenørin, sum ger arbeiðið og í samstarvi við hann hava tey bøtt munandi um støðuna.

 

– Nú verður allur spreingitráðurin, sum liggur oman á skotinum, bundin saman so at hann ikki fer í skotið. Sostatt er ein stórur partur av trupulleikanum loystur. Tað, sum nú er eftir av spreingitráði, og sum elvir til dálking, er tann parturin av tráðnum, sum er eftir í sjálvum holinum, sigur Jónsvein Lamhauge.

 

Og hann sigur, at sostatt er nøgdin av spreingitráði, sum dálkar nattúrna, munandi minkað, og nú ber ikki til at bjarga meiri spreingitráði frá at fara við í skotið. Hann leggur, at tað, sum nú er eftir at spreingitráði, sum fer í nátturuna er ein metur í hvørjum holi, sum sprongt verður, og tað svarar til einar 80-100 metrar av spreingitráði um vikuna.

 

– Hendan partin ber ikki til at fáa burtur úr, so tað slepst ikki undan, at hann nakað av spreingitráði rekur á land. Men vit hava eisini fólk, sum javnan gongur í Sandagerði og hentar tráð upp, sigur havnameistarin í Havn.