Gera alt í okkara makt fyri at steðga Kára P. Højgaard

EYSTUROYARTUNNILIN Tað kann enda við, at vit leggja málið fyri rættin, sigur Borgarstjórin í Havn

- Vit fara at gera alt, sum stendur í okkara makt fyri at steðga hesum.
Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya, og borgarstjóri í Havn, sigur, at kommunurnar fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at Løgtingið tvingar ein undirsjóvartunnil upp á land í Eysturoy og í Streymoy, uttan at Kommunurna, góðtaka ætlanina.
Tórshavnar Býráð hevur kravt, at hóskandi innkoyringarvegir til Havnina skulu gerast samstundis sum tunnilin verður gjørdur.
Innkoyringarvegirnir til Havnar eru alt ov vánaligir sum eru, tí ferðslan er økt so nógv, at bíðirøðirnar eru langar.
Tá ið undirsjóvartunnilin er veruleiki, verður mett, at ferðslan fer at økjast munandi og tá stúra tey fyri sonnum ruðuleika á vegnum til og úr Havn og tí verður kravt, at innkoyringarvegirnir verða gjørdir samstundis.
- Eftir lógini eru tað kommunurnar, sum eru byggimyndugleiki og sum sostatt hava avgerðandi orðið at siga, staðfestir borgarstjórin í Havn.
Men í samaband við Eysturoyartunnilin, setur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, øll segl til, at forða fyri, at Tórshavnar Kommuna leggur seg tvørt fyri og kann forða fyri tunlinum við einum kravi um innkoyringarvegir.
Tí ætlar hann beinleiðis at taka byggimyndugleikan frá kommununum í sambandi við Eysturoyartunnilin.
Tískil vil hann nú hava Løgtingið at samtykkja, at hann sjálvur skal fáa heimildina at gera av, hvussu innkoyringarvegirnir skulu vera.
Nú um dagarnar stoytir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, meiri bensin á báli, tá ið hann staðfestir, at ætlanin er, at Eysturoyartunnilin skal bindast ”í verandi vegakervi”.
Samstundis staðfestir hann, at ætlanin er ikki at broyta íløgurnar í langtíðarætlanini hjá samgonguni og sostatt er einki, sum talar fyri, at fullfíggjaðir innkoyringarvegir verða gjørdir í bræði.
Í langtíðarætlanini hjá samgonguni eru 94 milliónir settar av til innkoyringarvegirnar í 2018 til 2020. Tað er bara ein partur av kostnaðinum, samstundis sum endamálið hjá Kára P. Højgaard er, at tað skal vera koyrandi ígjøgnum tunnilin í 2018.

Glíðibreyt
- Tað kemur ikki upp á tal at binda ein undirsjóvartunnil í veganetið hjá Tórshavnar Kommunu, uttan við góðkenning frá Tórshavnar Býráð.
Tað ger Heðin Mortensen enn einaferð greitt.
- Tí er tað framvegis eitt krav, at vegirnir skulu gerast, samstundis sum tunnilin verður gjørdur.
Hann ger eisini púra greitt, at Kári P. Højgaard skal ikki koma langt við royndini at taka byggimyndugleikan frá kommununi í hesum máli.
- Vit fara at brúka øll tøk ráð fyri at forða fyri, at landsstýrið setir lógina til viks og sjálvur fær myndugleikan at gera av, hvussu innkoyringarvegirnir skulu vera, sigur Heðin Mortensen.
- Og tá eg sigi øll tøk ráð, meini eg øll tøk ráð, tí hetta skal ikki henda, endurtekur formaðurin í KSF.
Hann sigur, at hetta er ein hættislig glíðibreyt, har landið bara setir fólkaræðiligar skipanir til viks, tá ið tað hóvar einstøkum landsstýrisfólkum.
- Gongur tað hesu ferð, hvat verður so tað næsta, spyr formaðurin í Kommunusamskipan Føroya og borgarstjórin í Havn.
Heðin Mortensen sigur, at bý- og bygdaráðslimir kring landið fara at gera sítt til at ávirka teir politisku flokkar, teir eru limir í at forða fyri, at løgtingslimir atkvøða fyri ætlanini at landið skal taka byggimyndugleikan frá kommununi, sum annars er staðfestur í eini løgtingslóg.
Hann sigur, at kommunurnar fara eisini at brúka allar kærumøguleikar, sum eru fyri at forða fyri, at landið tekur byggimyndugleikan.
- Og verður tað neyðugt, eru vit eisini til reiðar at fara í rættin við málinum, skoytir hann upp í.

Púra sannførdur
Heðin Mortensen vísir á, at eisini Løgtingið hevur sínar karmar at arbeiða innanfyri og Løgtingið kann ikki gera seg inn á lógarfestar skipanir í samfelagnum, bara fyri at fremja eitt eintakt mál.
Men innast inni væntar Heðin Mortensen ikki, at tað verður neyðugt hjá kommununum at taka nøkur stig í hesum máli.
- Eg eri púra sannførdur um, at Løgtingið kann ikki finna upp á at samtykkja hetta.
Hann vísir á, at Løgtingið hevur akkurát nú í vár samtykt eina byggilóg, har myndugleikin var fluttur frá landinum yvir til kommunurnar.
- Løgtingið kann ikki longu nú, bara fýra mánaðir seinni, samtykkja eina lóg, sum tekur myndugleikan frá kommununum aftur, bara fyri at fremja eitt einstakt mál.
- Tað er ein myndugleiki, kommunurnar rætt og slætt hvørki kunnu ella vilja lata frá sær, sigur Heðin Mortensen.
- Og tað er enntá til frama fyri eina privata fyritøku, at Løgtingið ætlar at taka kommunurnar av ræði, leggur hann afturat.
Mæltu staðiliga frá

Tá ið ætlanin um Eysturoyartunnilin var til viðgerðar í umsitingini hjá landsstýrinum, mælti í Kommunudeildini, ”staðiliga frá at taka allar heimildir frá kommununum at veita myndugleikagóðkenning”, sum tey málbara seg í viðmerkingunum, hann hevði til uppskotið.
Víst verður á, at onki verður sagt um, hvør so skal geva neyðugu loyvini, ella ítøkiliga hvørji loyvi, talan er um.
Eisini Náttúrverndardeildin ivast í hesi ætlanini og vísir á, at talan er um eitt sera víðfevnt inntriv í kommunala myndugleikan.
Kommunali myndugleikin er staðfestur í grundlógini og stýrisskipanini og kann bara setast til viks tá ið tað er sakligt og neyðugt.
-Grundgevingin fyri einum so álvarsligum inntrivi kann ikki bara bera at gera málsviðgerðina hjá tí almenna meiri einfalda, sigur Náttúruverndardeildin.
Deildin spyr eisini, hvørjar fakligar førleikar Innlendismálaráðið ella Landsverk hava at viðgera loyvini?
Somuleiðis verður víst á, at skal landsstýrismaðurin sjálvur taka avgerðirnar, er ongin kærumøguleiki og eisini fyri rættartrygdina er hetta sostatt sera óheppið.
Men sum ta sæst, vórðu hesar atfinningar ikki tiknar til eftirtektar.