Gera alt fyri at verja evruna

Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, og franski forsetin, Francois Hollande, hittust í dag, og í einari felags fráboðan aftan á fundin siga tey, at tey fara at gera alt, sum stendur í teirra makt, fyri at verja evruøkið.

Tey bæði siga, at skal tað eydnast at varðveita evruøkið, mugu londini í samstarvinum og stovnarnir hjá ES gera sínar skyldur og rinda tað, sum ríkisleiðararnir samtyktu á fundi í síðsta mánað.

Í gjár vissaði stjórin í Evropeiska Miðbankanum, Mario Draghi, altjóða fíggjarheimin um, at alt verður gjørt fyri at verja evruna. Orðini virkaðu eftir øllum at døma eftir ætlan, tí tá virðisbrævamarknaðirnir lótu upp í morgun, varð boðað frá hækkingum víða um.