Gera alt fyri at finna drápsmannin

Franski forsetin, François Hollande, segði í dag, at myndugleikarnir fara at gera alt fyri at finna tann ella tey, sum myrdu eitt bretskt húski í einum bili í landssynningspartinum av Fraklandi.

Fýra fólk vórðu í gjár funnin myrd við Amnecy-vatnið, sum er nærhendis býnum Chevaline. Ein bretskur maður í 50-árunum, kona hansara og ein eldri kvinna lógu myrd í bilinum. Stutt frá bilinum lá líkið av einum fronskum manni. Franska løgreglan sigur, at øll tey inni í bilinum vóru skotin í høvdið, og at talan sostatt er um beinleiðis morð.

Løgreglan fann eisini eina átta ára gamla gentu, sum var særd, men á lívi, og hon bleiv flutt á sjúkrahús.

Í gjárkvøldið funnu løgreglumenninir so eina fýra ára gamla gentu, sum lá undir teimum deyðu inni í bilinum. Hon var á lívi, men skelkað og varð flutt á sjúkrahús.