Gera aftur eina roynd at fáa olympiskan limaskap

Ítróttarsamband Føroya fær nú eina hálva million til endamálið

Føroyingar hava roynt í ein mansaldur at fáa sjálvstøðugan limaskap í olympiska felagsskapinum, IOC, men tað hevur verið til fánýtis, tí tað eru bara sjálvstøðug lond, sum fáa limaskap.

 

Men skal ein roynd gerast afturat fyri at fáa Føroyum sjálvstøðugan limaskap í IOC. Í hesum sambandi ætlar landsstýrið nú at lata ÍSF eina hálva million í stuðuli, tí talan er um eitt umfatandi arbeiði, har tað eisini er neyðugt við ymsari uttanhýsis ráðgeving, og tað hevur ÍSF ikki pengar til við verandi játtan.

 

Men tekur Løgtingið undir við landsstýrinum, fær ÍSF nú eina hálva million til endamálið. Men Landsstýrið heldur eisini, at arbeiði at fáa okkum limaskap í IOC, er eitt felags átak hjá Mentamálaráðnum og Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, sum eisini skulu stuðla arbeiðnum.