Gera ábøtur á tunlarnar Norður um Fjall

Fleiri tiltøk skulu bøta um trygdina í tunlunum Norður um Fjall

Nú skulu fleiri ábøtur gerast fyri at bøta um trygdina í tunlunum Norður um Fjall.

 

Tað upplýsti Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, á fundi um tunlarnar.

 

Hetta eru ábøtur, sum skulu bøta um trygdina, til nýggir tunlar verða gjørdir. Trygdin er nevniliga so vánalig, at tað verður ikki metta at vera ráðiligt at bíða, til teir nýggju tunlarnir kunnu takast í nýtslu, tí tað verður ikki fyrrenn í 2024, sum tað sær út nú.

 

 

Les eisini: Trygdin í tunlunum er ikki nøktandi

 

 

Eldsløkkjarar og fartelefon samband er sett upp í Hvannasundstunlinum, og nú verður tað eisini gjørt í Árnafjarðartunlinum, sigur stjórin á Landsverki.

 

Samstundis verða millumstøðir settar upp, so at sløkkiliðsfólk, og bjargingarfólk fáa samskift á nøktandi hátt, og somuleiðis er bøtt um reingerðina í tunlunum, so at teir nú verða vaskaðir aðruhvørja viku.

 

Men tann heilt stóri trupulleikin eru teir stóru bilarnir, serliga tá ið teir koma soleiðis fyri at teir møtast i tunlinum.

 

Tí ætlar Landsverk at seta ferðsluljós upp, sum stýrir ferðsluni við teimum stóru bilunum.

 

- Tað merkir, at persónbilar koyra sum vanligt, men eru tveir stórir bilar á veg ígjøgnum tunnilin í hvør sínum enda, gevur ferðsluljósið øðrum boð um at bíða.

 

Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at tað má bera til at skipa ferðsluna soleiðis, at stórir bilar ikki møtast í tunlinum.

 

- Hepnast tað, sleppa vit undan teimum størstu trupulleikunum, sigur hann.

 

Hann sigur eisini, at tær ábøtur, sum kunnu gerast, skulu setast í verk beinanvegin. Ein loysn er kanska at leiða stórar bilar ígjøgnum tunlarnar eitt korter um tíman, heldur hann.

 

Hann vissar samstundis um, at tær ábøtur, sum nú verða gjørdar, fara IKKI at elva til, at tunlarnir verða útsettir, tí teir skulu gerast, sum ætlað.