Gera 180 metrar av djúphavn á Tvøroyri

Nú er klárt at fara undir arbeiðið at gera eina stóra djúphavn á Tvøroyri.

Á fundi í kvøld hevur Tvøroyrar Býráð einmælt samtykt at geva byggilovyi til, at djúphavnin kann gerast niðanfyri nýggja uppsjóvarvirkið hjá Varðanum og inneftir, framvið bryggjuni, sum er.

Kommunan gevur byggiloyvi, tí tað er nevniliga ikki hon, sum byggir, men tað er eitt partafelag undir stovning, sum hevur søkt um byggiloyvi til Havnina, sum Articon skal gera.

Á býráðsfundinum í kvøld varð uplýst, at tað er sjálvsagt í sambandi við virkið hjá Varðanum, at tað er neyðugt at bøta um umstøðurnar á havnarlagnum.

Tá ið Varðin bygdi uppsjóvarvirkið, var ein lítil djúphavn gjørd niðanfyri virkið, men hon nøktar verri enn so tørvin á atløguplássi.