Ger vín saman við Cliff Richard

Nú kanst tú keypa teg inn í víngarð hjá Cliff Richard í Portugal

Víngarðurin Adega do Cantor, sum liggur á Algarve leiðini í Portugal, er settur til sølu. Tað er hesin víngarðurin, sum framleiðir vín til vínhúsið hjá Sir Cliff Richard.

Cliff Richard fór fyri nøkrum árum síðani undir framleiðslu av vínsløgunum Vida Nova og Onda Nova. Vínsløgini hjá Cliff Richard selja væl – serliga í Bretlandi. 

Adega do Cantor er til sølu fyri 70 milliónir krónur. Á økinum er millum annað bygningur við 7 sovirúmum. Sagt verður, at Cliff Richard sjálvur er við í framleiðsluni, og tí kanst tú fáa samstarv við poppkongin, um tú keypir garðin.

Í august vitjar Sir Cliff Richard í Føroyum á fyrsta sinni, tá ið hann skal framføra á Summar Festivalinum.