Ger telefonina til eitt frálíkt APParat

Appir í fartelefonini eru hentar og stuttligar at hava. Vit hava kannað og heinta tað nýggjasta bæði av føroyskum og altjóða appum. Her er nakað av tí vit hava funnið.

Føroyskt

Portalurin hevur sína egnu app, sum er til Iphone. Her ber til skjótt at koma at tíðindum og øðrum, sum er at finna á portal.fo. Appin er ókeypis


Nummar.fo er føroyska telefonbókin, sum fæst til bæði Iphone og Android. Ein hent app, sum finnur tær navn, bústað og nummar fram. Appin er ókeypis


Kringvarpið er ein app, har tú kanst lurta og síggja sendingar frá Kringvarpinum. Appin kostar 6 krónur at taka niður og er til bæði Android og Iphone.


Kagedromme er bókin hjá Oddvør Skarðhamar sum app til Iphone. Appin er ætlað føroyska og danska marknaðinum, og er tí líka sum bókin á føroyskum og donskum. Kostar 36 krónur at taka niður.



Hentleikar

ShopShop er ein innkeypslisti, sum er sera lættur at fást við. Einfalt at skriva, hvat skal keypast, og lætt at strika, tá keypt er inn. Ber eisini til at senda millum sín. Appin er til Iphone og er ókeypis


QRReader er næstan eitt must, nú nógv bløð, lýsingar og vørur ofta hava tær sokallaðu QR-koturnar á sær. Við hesum lesaranum er tað einfalt at skanna kotuna og koma inn á heimasíðuna. Appin er ókeypis.


Flashlight er sum navnið sigur ein app, sum ger telefonina til eina lummalykt. Við at nýta fotoblitsi verður telefonin ein avbera góð lykt. Er til bæði Iphone og Android og er ókeypis.


Yr.no er norska veðurtænastan, sum er vorðin ein favorittur hjá nógvum. Appin er ókeypis og løtt at fáast við. Er til bæði Iphone og Android.


CamCard er ein frálík app, um tú er ein av teimum, sum er um at drukna í businesskortum. Við hesi appini kanst tú lættliga skanna kortini inn, og navn, telefonnummar og adressa verða goymd í tínum kontaktum. Ókeypis og er bæði til Iphone og Android.



Stuttligt

Instagram er ein sosialur miðil á nøkulunda sama hátt sum Facebook, men er eisini ein stuttligur háttur at gera myndir meiri spennandi. Òkeypis og til bæði Iphone og Android.


FruitNinja er eitt frálíkt spæl, sum bæði børn og vaksin kunnu spæla. Spælið gongur út upp á at skera frukt og gera tað so skjótt sum gjørligt uttan at raka bombirnar. Ókeypis og til bæði Android og Iphone.


Rumble verður kallað tað nýggja Wordfeud. Rumble er eitt skjótari orðaspæl enn Wordfeud - her skal ein finna so nógv orð sum gjørligt innan 2 minuttir. Avbera spennandi og mennandi málsligt. Ókeypis og til bæði Iphone og Android.


DrawFree er til tín, sum dámar at tekna. Tað er nøkulunda sum eitt digitalt Pictionary, har tú skal tekna orð sum mótspælarin síðani skal gita. Ókeypis og er bæði Iphone og Android