Tú kanst vera við til at marknaðarføra Føroyar á alnetinum. Hetta gert tú við at frámerkja #FaroeIslands. Verður hetta gjørt á rættan hátt, kanst tú náa fólk um allan heim, skrivar Visit Faroe Islands í dag.
Hvønn dag nýta føroyingar Facebook, Instagram, Twitter og aðrar sosialar miðlar, har myndir, sjónbond, greinar og annað tilfar í túsundatali verður lagt út á. Alt tað, sum verður lagt út, hevur ein felagsnevnara, sum er, at tilfarið snýr seg um Føroyar, ella er úr Føroyum. Hetta er óansæð, um talan er um flottar landslagsmyndir, myndir av vinfólki, ella eitt sjónband av nýggja hvølpinum, sum man ynskir at deila við onnur.
- Føroyingar, sum deila tilfar við umheimin gjøgnum sosialar miðlar, eiga stóran leiklut í, at skapa eina mynd av Føroyum á alnetinum. Øll, sum eru virkin á teimum ymisku sosialu miðlunum, eru millum landsins sterkastu og týdningarmiklastu sendifólk, tí alt tað, sum verður deilt við umheimin, styrkir søguna um, hvat Føroyar er fyri land, sigur Bárður Eklund, leiðari innan digitalari marknaðarføring hjá Visit Faroe Islands.
Ein hættur at samantvinna alt, sum verður deilt á sosialu miðlunum, er at nýta ávís frámerkir – ella ”hashtags”, sum tey verða kallaði á enskum. Skal tað eydnast, at samantvinna alt á rættan hátt, er umráðandi, at tað verður rætt frámerkt.
Eitt frámerki, ella ”tag”, byrjar við tí, sum sær soleiðis út: #. Tú skrivar fyrst eitt #, og síðani tað, sum tú vilt frámerkja.
- Man kann spyrja: ”Hví er neyðugt at nýta frámerki?” Svarið er, at hetta ger tað nógv lættari hjá útlendingum at finna kunning um okkara land. Men skal hetta eydnast, so mugu frámerkini vera røtt, sigur Bárður.
Tað er tí umráðandi, at man skrivar: #FaroeIslands. Og skrivar man eina grein ella okkurt líknandi, sum verður lagt út á alnetið, so skalt man nýta heitið ”The Faroe Islands”.
Í samband við sólarmyrkingina verður eisini tilmælt øllum at nýta frámerkið #FaroeIslandsEclipse.










