Ambienti og New Age tónasmiðurin, Nigel John Stanford hevur gjørt mitt sjónbandalag, har hann roynir at gera ljóðið sjónligt umvegis olju, vatn, sukur og molar.
Í sjónbandalagnum vera millum annað olja og sukur løgd oman á hátalarar, sum fáa oljuna og og sukri at skifta skap alt eftir ljóði og bassi frá ljóðførunum hjá Nigel.
Áhugin hjá tónasmiðinum at framleiða tónleik á henda hátt, stavar eftir øllum at døma frá einum dokumentari um um synesthesia, ið er ein sjúka, sum órógvar ljóð- og myndaviðgerðina í heilanum.
Fólk við hesum árinunum, hoyra ljóð, tá ið tey síggja sterkar farvur, og Nigel John Stanford hevur sostatt roynt at venda hesum á, og geva ljóðinum eitt ítøkiligt skap og litir.
Sí sjónbandi frá nýsælendinginum við at trýsta á myndina í erva