Radiohead biðja teirra mongu fjepparar um hjálp til eitt animerað sjónbandalag.
Radiohead ætla at geva eitt nýtt sjónbandalag út í nærmastu framtíð, og tískil hava teir biðið teirra mongu fjepparar um hjálp.
Á heimasíðuni aniboom.com hevur bólkurin gjørt eina kapping, har fjepparar verða bidnir um at framleiða eitt animerað video til eitt lag av egnum ynski á fløguni ?In Rainbows?.
Tom Yorke og restin av Radiohead fara sjálvir at meta um, hvør filmur er tann besti. Endaligi vinnarin av kappingini fær 10.000 dollarar til at gera sjónbandalagið. Alt tú nýtist at gera fyri at vera við í fyrra av fýra pørtunum í kappingini er at senda eina ætlanin inn við tínum hugskotum.
Til ber at tekna seg til kappingina fram til 27. apríl, og innkomin hugskot verða víst fyri almenninginum á heimasíðuni.
Í seinna parti av kappingini fer eitt pallborð av dómarum frá Aniboom, TBD Records og Adult Swim at velja tíggju sjónbandaløg, og tá hálvfinalan er av, fara Radiohead at velja endaliga vinnaran.