Ger títt besta

Nú veturin nærkast eru nógv frítíðarítriv farin í gongd aftur. Tað eru skótaliðið Nólsoyar Páls eisini.
Fastur úlvafundur er hvønn mikudag klokkan 16.30 til 18.00 í Uppistovu. Og skótafundurin er hóskvøld frá klokkan 19.30 til 21.00.
Skótarnir arbeiða eftir einum bóklingi, sum eitur Lítli Varði. Málið fyri úlvaungarnar, sum eru teir yngstu skótarnir, er, at tey skulu arbeiða fram ímóti at vita, hvussu ein úlvaflokkur er samansettur.
Tey skulu vita hvørjar uppgávur ein floks-og deildarleiðari hevur, og kenna úlvabúnan og vita, hvar tey ymisku merkini skulu vera.
Baden Powell, sum stovnaði skótarørsluna, segði einaferð í einari røðu, at flestu øll, sum ganga í einum búna, hava eina uppgávu at røkja. Løgreglumaðurin og læknin gera sítt besta. Uppgávan hjá einum skóta er: Ger títt besta.