Nú veturin vísir seg frá síni kaldastu síðu, liggur væl fyri at gera sær nakrar íslampur. Lampurnar skapa hugna, og tær eru ógvuliga lættar at gera.
Tað einasta, sum tú hevur brúk fyri, er nøkrum ballónum, spannum, íløtum, kranavatni og góðum frostveðri.
Tú fylllir ballónina við køldum vatni og setir hana í eitt djúpt ílat. Síðan blæsir tú luft í ovasta partin, soleiðis at her skapast ein flata, tá vatnið í ballónini frystir.
Alt eftir, hvussu kalt tað er úti, frysta nú ytru veggirnir av vatninum í ballónini yvir eitt ella tvey samdøgur, samstundis sum vatnið í miðjuni á ballónini framvegis er flótandi.
Tá veggirnir eru frystir, kanst tú beina burtur ballónina. Tá tað er gjørt, gert tú eitt hol ovast í ískúluna. Her kanst tú brúka eitt sindur av lunkaðum vatni og eitt hvørt at sláa varisliga niður á ovara enda við.
Tú setir nú eitt ljós niður í íslampuna, sum er klár at tendra úti í garðinum, altanuni ella á treassuni. Lýsandi íslampan líkist fínasta krystalli og lýsir vakurt upp í vetrarmyrkrið.
Men, møgleikarnir við íslampum eru enn fleiri. Tað ber eisini til at lata vakrar avskornar tulipanir, rósur ella annan vøkstur frysta saman við vatninum.
Her er best at velja avskorið, sum er rímiliga stívt, og best er, um tað eru nøkur kuldastig í fylgjandi dagar. Hvussu leingi avskorið heldur sær í ísinum, veldst um, hvussu kalt tað er - og jú kaldari, tess betri.