Ger tín jólagávulista á Facebook

So er enn ein hentleiki komin við Facebook. Tað er nevniliga soleiðis, at fleiri føroyskir handlar í dag leggja myndir á Facebook, har tey vísa á jólagávuhugskot.

 

Eitt nú eru ymsir prísklassar, so tú kanst velja tær júst tað tær ynskir - og í tí rætta prísklassanum.

 

Umframt mótahandlar, so hevur Ergo Vælvera eisini nøkur frálík hugskot til jólagávur, sum allarhelst eru sera áhugaverdar fyri kvinnur. Umframt fleiri vælveru og slankingar tilboð, so hevur Ergo Vælvera eisini bíligari jólagávur sum eitt nú tannbleikingarsett og sjálvbrúnarar.

 

Haraftrat hava fleiri handlar, sum selja smyrls, ymisk tilboð til jóla, so ivast tú í hvat tú skalt ynskja tær í jólagávu, so kanst tú altíð byrja við at leita á Facebook.

 

Góða eydnu!