Ger tín egna lista til kommunuvalið

Tað er munandi lættari at gera ópolitiskar listar til bý- og bygdaráð enn til Løgtingið

 

Týsdagin 8. november er kommunuval til tey 29 kommunustýrini í Føroyum. Listarnir skulu latast valnevndini tríggjar vikur undan valinum – altso í seinasta lagi 17.oktober.

 

Tí eru tey nógv, sum í løtuni stríðast við at gera listarnar lidnar til bý- og bygdarráð.

 

Men hetta er kortini ikki nakað, sum bara tey, sum plaga at sita í bý- og bygdarráðum gera. Tí tað er so sára lætt hjá einum og hvørjum at gera sín egna lista.

 

Í teimum støðum, har tað vanliga eru politiskir listar – har siðbundnu flokkarnir stilla upp – er uppstillingin komin longst, meðan tað í hinum kommununum gongur eitt sindur seinni. Listarnir verða ofta har gjørdir í seinastu løtu.

 

Veljararnir gera sjálvir av, um stillað verður politiskt ella á annan hátt.

 

Vanligt er, at í THavn eru listarnir politiskir, men gjøgnum árini hava eisini verið fleiri borgaralistar.

 

Kendasti og longst virkandi borgaralistin er helst listin hjá Petur í Gong, sála. Hesin listin fekk stóra undirtøku og hevði upp í fimm býráðslimir, tá ið hann var størstur.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri fyri Javnaðarflokkin, var fýra ferðir valdur í býráðið á Borgaralistanum hjá Peturi í Gong.

 

Í Klaksvík verður eisini stillað upp politiskt, eins og í Eysturkommunu, í Vági og á Tvøroyri.

 

Teir listar, sum ikki eru politiskir, verða gjørdir við ymiskum endamálum.

 

Til dømis var ein reinur kvinnulisti í Vestmanna fyri nøkrum árum síðani. Eisini er vanligt, at ávís øki ella bygdir í einari kommunu gera listar, sum bert umboða fólk úr økinum.

 

Tað er heldur ikki óvanligt, at listar verða gjørdir, sum hava til endamáls at fremja ávís áhugamál. Til dømis at byggja barnagarð ella skúla – ella ítróttarhøll.

 

Hetta er meira enn so komið fyri.

 

Kommunala vallógin er gjørd soleiðis, at tað skal vera lætt at gera ein lista. Ikki er neyðugt at hava nakran felagsskap aftan fyri seg, tá ið listar skulu gerast.

 

Tað einasta sum krevst er at finna valevni og so so nógvar stillarar, sum lógin krevur. Hetta er alt eftir, hvussu nógvir íbúgvarar eru í kommununi.

 

Hvør valevnislisti kann hava upp í fýra valevni fleiri á listanum, enn tað eru limir í bý- ella bygdaráð.

 

Í Tórshavnar kommunu eru 13 limir í býráðnum. Tað ger, at í mesta lagi 17 valevni kunnu vera á hvørjum listsa.

 

Um bert fimm limir eru í einum bygdaráð, so kunnu níggju valevni vera á hvørjum lista.

 

Tá ið listarnir verða latnir valenevndini er avgerandi, at hann lýkur tær treytir, sum standa í kommunalu vallógini.

 

Tú kanst seta ein og hvønn borgara á listan, sum er valbærur. Neyðugt er ikki at spyrja viðkomandi, tí tað er ein borgarskylda at taka við vali til bý- ella bygdaráð.

 

Einastu sum kunnu siga nei, eru fólk sum hava sitið í bý- ella byugdaráðnum í meira enn tvær setur – altso í átta ár – ella fólk sum eru seksti ár ella eldri.

 

Hóast valevnini ikki skulu spyrjast um,tey vilja stilla upp, so er vanligt, at hetta verður gjørt.

 

Stillararnir skulu afturímóti skriva undir við fullum navni, at tey standa aftan fyri valevnini og mæla veljarunum til at velja tey uppstillaðu.

 

TRÝST HER fyri at taka niður formular, sum er klárur at fylla út, um tú/tit vilja gera tykkara egna lista