Ger so væl, José Mourinho

Chelsea er nú sjey stig á odda í Premier League, meðan Harry Kane brillieraði fyri Tottenham móti Arsenal

Uttan Diego Costa og Cesc Fabregas hevur Chelsea økt um leiðsluna í Premier League. Fyrst spældu teir javnt móti kappingarneytanum Manchester City, og í dag vunnu teir Aston Villa, meðan Manchester City óvæntað spældi javnleik á heimavølli móti Hull City.

 

Við sigrinum er Chelsea nú sjey stig á odda. Meistaraheitið er nú í hondunum á José Mourinho og Chelsea. Manchester City er nærmasti kappingarneyti, men teir hava ikki vunnið í fýra dystum. Nógv bendir á, at Chelsea vinnur Premier League.

 

Stríðið um Champions League

 

Á White Hard Lane hava tey fingið ein nýggjan favoritt. Harry Kane skoraði bæði málini, tá Tottenham vann 2-1 á Arsenal. Sostatt er Tottenham nú frammanfyri Arsenal, men framvegis eitt pláss frá fjórða plássinum.

 

Á Goodison Park var lítið undirhald, tá Everton og Liverpool spældu málleysan javnleik. Liverpool hevur nú 39 stig, og hevur langt upp til fjórða plássið. Southampton er á triðja pláss, eftir at teir í evstu løtu vunnu 1-0 á QPR.

 

Manchester united kann í morgin við sigri á West Ham yvirhála Southampton aftur.

 

Premier League 24.umfar:

Tottenham – Arsenal 2-1

Aston Villa – Chelsea 1-2

Leicester – Crystal Palace 0-1

Manchester City – Hull 1-1

QPR – Southampton 0-1

Swansea – Sunderland 1-1

Everton – Liverpool 0-0