Tað var stutti boðskapurin frá Jan Gehl til borgarstjóran í Havn, tá hann handaði honum tvær bøkur sum gávu, harav onnur var tann nýggjasta Byer for mennesker, sum er komin út á 10 ymiskum tungumálum.
Jan Gehl hevur tvær ferðir áður verið í Føroyum, og hann er als ikki ókendur í miðbýnum í Havn, fingu vit at vita, tá hann vitjaði inni á Ráðhúsinum í gjár.
Tað skrivar Tórshavnar kommuna í tíðindaskrivi.
- Tey flestu kenna Jan Gehl sum høvund á bókini Livet mellem husene, har hann viðger týdningin av at skapa bygningar og rúmini millum bygningarnar soleiðis, at hesi stuðla undir samskifti millum menniskju. Trivnaður og menning liggur í møtinum millum menniskju.
Lagt verður aftrat, at við hesi yvirlýsing hevur Jan Gehl, arkitektur, verið ein ótroyttiligur oddamaður í at innrætta býarrúm, ikki bert í Danmark, men eisini í londum sum Avstralia og Amerika, har bilar hava sera høga raðfesting í býarrúmum og menniskju líttla.
- Vit síggja nú um allan heim eina stóra broyting í fólkalívsmynstrinum. Fólk flyta frá smærri plássum til størri pláss. Broytta fólkalívið krevur, at vit tillaga innrættingina av okkara bygdum og býum, so hesi svara til tey krøv, sum nútímans menniskju seta í dag.
Í skrivinum verður lagt aftrat, at í Føroyum er problematikkurin háaktuellur.
- Vit síggja í dag, at tað er trupult at fáa tey ungu heim aftur eftir loknan lestur. Onnur, sum koma heim, eru skjót avstað aftur.
Seinasta bókin hjá Jan Geh er ætlað teimum, ið planleggja og arbeiða við býarmenning sum heild.
- Fyrilestrar hansara eru relevantir fyri øll, bæði tey, sum eru við til at planleggja býir, politikarar, embætisfólk, ráðgevar og fyri okkum øll, sum búgva í bygdum og býum - eins og fyri borgarstjórar, verður sagt í tíðindaskrivinum.