Matthew Workman, sum býr í deilríkinum Oregon í USA er farin undir sætta árið við internets-sendingum, sonevndar "Podcasts" um Føroyar. Sendingarnar eita "The Faroe Islands Podcast".
Matthew Workman vitjaði Rás2 fyrr í kvøld til eitt prát um ólavsøku, møguleikan at fáa amerikumenn at ferðast til Føroya, G-festivalin, Sea Shepherd og framtíðarmøguleikarnar hjá The Faroe Islands Podcast.
Matthew Workman valdi eisini fimm av sínum yndissangum við føroyskum tónlistarfólkum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Matthew Workman. Sangirnir eru tó munandi styttir.
(Mynd: Birkblog)