- Tað er greitt, at endar tað við, at Heini O. Heinesen fer í valbólk við andstøðuni, nú nevndirnar hjá Løgtinginum skulu veljast av nýggjum, fer tað at gera samgonguna veikari.
Tað ásannar Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldinum.
Hann sigur, at so verða valbólkarnir øðrvísi og tað broytir býtið av nevndarsessum ímillum samgongu og andstøðu, so at tað styrkir andstøðuna.
Men tað er so eisini at kalla tað einasta, hann vil siga um støðuna.
Hann staðfestir, at hann vil ikki vera við í tí spælinum, har einstaklingar áhaldandi brúka fjølmiðlarnar at koma sær sjálvum í brennidepilin.
Hann heldur, at hetta er ein óskikkur og tí vil hann ikki gera fleiri viðmerkingar til málið.
Hann vil heldur ikki siga um hann heldur, at hetta kann vera dropin, sum forkemur samgonguni.
Les eisini greinina: Hetta er tað ringasta Heini hevur upplivað