Maðurin, sum stendur á odda fyri keypsdeildini hjá amerikanska herinum, vil vera við, at fyritøkan Halliburton hevur gjørt sær dælt av teimum sáttmálum, sum fyritøkan hevur fingið í sambandi við arbeiðið at endurbyggja Irak.
Bunny Greenhouse hevur verið innkeypsstjóri hjá amerikanska herinum í tjúgu ár, og hann sigur seg ongantíð hava upplivað, at ein fyritøka hevur misbrúkt sínar sáttmálar so nógv, sum Halliburton hevur gjørt í Irak. Hann hevur ikki nevnt nakað tal, men grannskoðanin hjá amerikanska verjumálaráðnum hevur illgruna um, at Halliburton hevur fingið einar seks milliardir krónur ov nógv fyri arbeiðið, sum fyritøkan hevur gjørt í Irak.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Halliburton er fyri slíkum atfinningum. Áhugin fyri virkseminum hjá felagnum er serliga stórur, tí varaforsetin, Dick Cheney, var stjóri í felagnum, áðrenn hann gjørdist varaforseti.










