Flogvøllurin í Vágum verður okkara einasti flogvøllur nógv ár fram í tíðina.
Tað hevur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, staðfest á Rás2. Hann letur seg ikki ávirkað av, at bæði Flogskiparafelag Føroya og formaðurin í felagnum hjá tyrluskipurunum halda, at tað eru onnur støð í Føroyum, sum eru betur hóskandi enn Vágar, at gera ein langan flogvøll á.
Johan Dahl sigur, at hann hevur onki at halda seg til uttan samtyktina í Løgtinginum at leingja vøllin.
Hann hevur eisini álit á teimum serfrøðingum, sum siga, at tað hevur nógvar fyrimunir við sær at leingja vøllin, bæði tí at størri flogfør kunnu brúka vøllin og tí at betri útgerð verður sett upp.
Hinvegin eru tað ikki flogskiparar, sum gera av, hvar flogvøllurin skal vera og sakkunnleikin hevur talað fyri at byggja út í Vágum.
- Skulu vit kanna onnur støð í Føroyum, liggur ein nýggjur flogvøllur langt, langt frammi í tíðini og tað hevur samfelagið ikki ráð at bíða eftir.
Samstundis er tað eisini greitt, at tað er veruleikafjart at tosa um at hava tveir flogvallir í Føroyum, tí tað hava vit ikki ráð. Vit koma at hava ein flogvøll og kanska ein neyðvøll afturat.
- Ein nýggjur flogvøllur á Glyvursnesi ella aðrastaðni kostar minst 1,7 milliard og sum tíðirnar eru nú, er tað veruleikafjart at tosa sum tað.
Samstundis eru kanningarnar so umfatandi, at tað ganga nøkur ár áfturat, áðrenn tað er búgvið at kjakast um, hvar aðrastaðni, ein vøllur kann vera
Johan Dahl sigur, at hinvegin hava vit ein flogvøll, sum vit ætla at gera betri og tað er hetta vit eru farin í holt við.
- Hann heldur ikki, at vit nú skulu fara í kjak um tað er rætt ella skeivt at byggja út í Vágum, tí hetta er ein útbygging, sum hevur verið upp á tal í fleiri ár.
Og nú byggja vit vøllin út til at nøkta ein tørv nokk so nógv ár fram í tíðina, sum hann sigur.