Diana ger nógv burturúr við at baka og gera mat

- Eg elski luktin av granni, men mær dámar ikki smáu dýrini, sum ofta fylgja við, sigur Diana Jacobsen.

 

Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – ella koma jólini bara, tá tey koma?

- Eg arbeiði á einum eldrasambýli og skal arbeiða frá 8-15 jólaaftan. Plagi annars at hava morgunmat fyri familjuni við øllum góðum. 

Tað sigur Diana Jacobsen. 

Hon vísir á, at mamma hennara hevur føðingardag 1. jóladag, og hetta er altíð ein sera hugnaligur dagur saman við mammuni og systkjunum við familju. 

- Eg elski jólini og geri nógv burturúr við at baka og gera mat. 

Hevur tú pyntað til jólar og gert tú nógv burturúr við pynti og ljósketum?  

- Eg pynti ongantíð fyri 1. desember. Tá verður húsið fult av ljósketum, einglum og nissum. Mínar bestu nissur eru tær heimagjørdu frá mammu, sum hava nógv ár á baki. 

Plaga tit at hava jólatræ – úr plasti ella træi - og nær verður jólatræið pyntað?

- Havi seinastu árini havt jólatræ úr plasti. Eg elski luktin av granni, men mær dámar ikki smáu dýrini, sum ofta fylgja við. 

Ert tú farin at hugsa um jólagávur, og hvussu nógvar gávur verður tað til?

- Eg havi onga jólagávu keypt ella gjørt enn. Tær verða umleið 30 í tali, sigur Diana Jacobsen.