Ger mun at vera til staðar

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at hóast nakað av fólki var í býnum í nátt, er eingin fráboðan um harðskap komin. Løgreglan metir, at partur av orsøkini er, at løgreglan var til staðar í stórum tali, tá skeinkistøðini stongdu í nátt. Tað spældi væntandi eisini ein leiklut, at tað regnaði illa, tá skeinkistøðini stongdu og tí vóru fólk skjót at fara heim.

 

- Vit hava onga fráboðan fingið, hvørki úr Havnini, Suðuroynni ella Klaksvík. Nú á døgum er tað tó vorðið soleiðis, at tey allarflestu, sum fara í býin, koma til Havnar, so har er altíð nakað av fólki í býnum, sigur vakthavandi.

 

Hann sigur, at í nátt hevur løgreglan bæði koyrt og spákað sær í miðbýnum og at døgnfrágreiðingin vísir, at løgreglumenninir hava steðgað nógvum, sum annars kundi havt endað í slagsmáli.

 

- Tað er eingin loyna, at flestu harðskapsmál eru eitt úrslit av fyllskapi, og har hevur rætturin gjørt púra greitt, at tað ikki eru formildandi umstøður, at ein er rúsaður. Ein skal kortini hava tamarhald á sær sjálvum. Tey allarflestu, sum dagin eftir fáa boð um, at tey vera skuldsett fyri eitthvørt, tey hava gjørt í fyllskapi, eru sera hørm um tað og angra tað, tey hava gjørt og skylda upp á rúsin, men sum sagt, so hjálpir tað ikki í rættinum, sigur vakthavandi.