Ger eina vakra skál úr smeltaðum perlum, sum er løtt at gera – eisini hjá teimum lítlu børnunum. Brúkar tú blandaðar perlur verður skálin litføgur og festlig, men velur tú til dømis bert svart, hvítt, ella grátt so kemur hon til sjóndar á ein heilt annan hátt.
Tilfar:
- Eina eldfasta skál í á leið ta støddini, sum perluskálin skal verða
- Olju at smyrja í eldfasta ílatið
Mannagongd:
- Hita ovnin á 175°C
- Smyr eldfasta ílatið/skálina við olju
- Koyr perlurnar í eldfasta ílatið/skálina í einum lagi, so tær ikki liggja á hvørjari aðrari
- Set ílatið/skálina í ovnin og baka perlurnar í eini 15 minuttir
- Tá tað er kølnað, so tekur tú varliga perluskálina úr eldfasta ílatinum/skálini
Fleiri góð hugskot til heimagjørdar jólagávur eru at finna í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum nú.










