Hetta mettu vit vera neyðugt fyri at uppraðfesta barna- og ungdómsøkið, og hevur tað víst seg at vera ein góð avgerð.
Væl var komið áleiðis at útbyggja dagstovnaøkið og nú var tíðin komin at seta fokus á innihaldið, hetta m.a. fyri at tryggja at tilboðið frá kommununi var pedagogiskt mennandi og at allir stovnar arbeiða við pedagogiskum málsetningum.
Frítíðarskúlin
Tá ið frítíðarskúlaskipanin varð sett á stovn fyri 12 árum síðani var hon sera kærkomin, men hetta var gjørt við fyribils hølisloysnum. Fyri fýra árum síðani víðkaðu vit skipanina til eisini at umfata 2. flokk. Hóast ikki allir skúlar enn hava fingið ta varandi loysnina, so eru vit komin so mikið væl áleiðis, at allir frítíðarskúlar eru um at hava góðar umstøður.
Hvussu við børnunum frá 3. flokki – fleiri “Margarinfabrikkir” kanska?
Margarinfabrikkin hevur staðið sína roynd, og tað er onki at ivast í, at tað eru líknandi tilboð runt um í kommununi sum hóska betur til tey størri børnini enn vanligi frítíðarskúlin.
Á Margarinfabrikkini er okkurt til einhvønn; tey størru børnini eiga dagarnar, meðan tey ungu upp til 18 ár eiga kvøldini og vikuskiftini.
Margarinfabrikkin hevur seinnu árini, bæði vegna politiskan vælvilja og ikki minst takka verið dugnaligum starvsfólki og leiðslu, umskapað Margarin til eitt sunt, fjølbroytt, áhugavert og trygt umhvørvið fyri tey ungu sum har ganga.
Barna- og ungdómshús á Karla Magnusarbreyt
Kapasiteturin á Margarinfabrikkini er um at vera náddur, og tørvur er á fleiri líknandi húsum. Í Hoyvíkshaganum er stórur tørvur; tí hevði eitt barna- og ungdómshús á Karla Magnusarbreyt verið kærkomið.