At byggja nýggj sethús í Vatnsoyrum hevur ikki verið gerandis sjón seinastu árini.
Men nú fer væntandi at koma broyting í, bæði í talinum av íbúgvum og bústøðum.
Fólkatalið í Vatnsoyrum hevur seinastu tvey árini ligið um tey 56. Men gongst sum kommunan ætlar fer tað at hækka munandi næstu árini.
Ætlanin er nevniliga at gera eina stóra útstykking í bygdini, - fyrst við níggju grundøkjum, men sum seinni er ætlanin at víðka til heili 25.
- Vit vóna, at gongd skjótt fer at koma á hetta málið, sigur Napolion Magnussen, borgarstjóri í Miðvags kommunu, sum eisini umfatar Vatnsoyrar.
Í tøkum tíma
Tað er liðin meiri enn 20 ár síðani hamarsløgini geltu í bygdini, tí nýtt sethús var á veg.
- Tað er tí í tøkum tíma, at møguleiki aftur verður fyri at byggja í bygdini, sigur borgarstjórin.
Á seinasta fundi undan summarsteðginum var eitt uppskot um hesa ætlanina til viðgerðar.
Uppskotið varð samtykt, og nú verður so arbeitt víðari við málinum.
Onkrar broytingar eru gjørdar, og er ætlanin nú send til góðkenningar hjá myndugleikunum.
Nógvar ætlanir
Vatnsoyrar liggur beint við flogvøllin, og bygdin hevur tí eisini havt áhuga hjá fólki at búseta seg í.
- Fyrispurningar eru javnan um grundøkir í bygdini, og vit hava eisini umsóknir liggjandi inni.
- Tí vóna vit, at vit skjótt kunnu fara undir ætlanina, sigur borgarstjórin.
Hetta er tó ikki einasta ætlanin, sum Miðvágs kommuna ætlar at fremja í Vatnsoyrum.
Ætlanin er eisini at fyrireika nýggjan vatnbrunn og eitt nýtt reinsiverk í bygdini.










