Ger ikki mistøk

Sambært hagtølunum fyri US-Open, er eingin annar spælari, sum slær eins fá vinnarasløg sum danska Caroline Wosniacki. Soleiðis var hon í øllum sínum dystum í undirluta, tá talan var um vinnarasløg. Sjálv leggur Caroline líka í hetta. – Hetta er ikki nakar trupulleiki, tí eg vann meg jú fram til finaluna. Tað snýr se gum at vinna, og tað geri eg fyri tað mesta, sigur Caroline Wosniacki, sum nú er styrkismett sum nummar seks í heiminum.