Europeiska Tónleika Grand Prixið er sum ?tríggir tímar við American Idol sungið á esperanto, har mamma tín hevur gjørt dansifetini?, skrivar journalistur á New York Times Tað vóru dagar, tá ið Eurovision sangkappingin var tað størsta hittið kring Europa, men kanningin hevur fingið alt størri kapping frá øðrum sjónvarpskappingum. Men framvegis hyggja nógv fólk kring alt Europa eftir Tónleika Grand Prixnum, og í USA er áhugin eisini størri, enn hann hevur verið.
Men tað eru ikki allir amerikumenn, sum síggja tað stóra í Eurovison-hugtakinum. Bed Widdicombe, sum skrivar bloggur í New York Times, ger nú um dagarnar gjøldur við Eurovision.
- Eurovison er sum tríggir tímar við American Idol sungið á esperanto, har mamma tín hevur gjørt dansifetini. Men tað er eisini tað stuttligasta, tú kanst gera á internetinum uttan gjaldskort, skrivar Widdicombe.
Hann skrivar eisini eitt sindur um onkrar av luttakarunum í ár. Ein av teimum er norski luttakarin, Alexander Rybak:
- Hann líkist einum 14 ára gomlum drongi, sum smíliast sum hevði hann fingið sær ein smakk av shery-glasinum hjá ommu síni.
Finalan í Eurovision verður í Moskva tann 16. mai.









