Ger gjøldur burtur úr føroysku klæðunum

Tað er fallið nógvum føroyingum fyri bróstið, at danska Ekstra Blaðið á heimasíðu sínari hevur gjørt gjøldur burtur úr limunum í kongafamiljuni, sum eru ílatin føroyskum klæðum.

Á heimasíðuni www.eb.dk hevur danska blaðið havt eina atkvøðugreiðslu um, hvørt tað er Heindrikur Prinsur ella Mary Krúnprinsessa, ið sær mest tápulig út í føroyskum klæðum í sambandi við vitjanina í Føroyum í farnu viku.

Nathue og folkedanserkorsage
Spurningurin á heimasíðuni hjá Ekstra Blaðnum ljóðar soleiðis: Hvem ser mest fjollet ud i færøsk folkedragt? Síðani verður hildið fram: Prins Henrik i nathue eller kronprinsessa Mary í noget, der mest af alt ligner en folkedanser-korsage.
Sosialurin hevur frætt frá fleiri føroyingum, ið halda hesa atkvøðugreiðslu verða undir alt lágmark, og sum halda, at hetta er at gera gjøldur burtur úr føroysku klæðunum.
Í sambandi við atkvøðugreiðsluna á heimasíðuni hevur blaðið eisini myndir av bæði Heindriki Prinsi og Mary Krúnprinsessu á veg inn til galladøgurðan í Norðurlandahúsinum mánakvøldið í farnu viku, tá ið øll tann kongaliga familjan var í føroyskum búna.

Blaðstjórin avsannar
Hans Engell er blaðstjóri á Ekstra Blaðnum, og hann avsannar, at blaðið ger gjøldur burtur úr føroysku klæðunum.
- Hetta er gjørt til stuttleika. Vit hava avgjørt ikki nakrar ætlanir um at spotta føroysku fólkasálina. Vit hildu, at serliga Heindrikur Prinsur sá løgin út í klæðunum, og tí gjørdu vit hasa atkvøðugreiðsluna á netinum, sigur Hans Engell.
Danski blaðstjórin sigur, at tað mangan áður er komið fyri, at blaðið hevur nýtt ymiskar myndir av limum í kongshúsinum í ymiskum serligum búnum til okkurt stuttligt, og hann nevnir í hesum sambandi millum annað, at blaðið einaferð gjørdi nógv burtur úr Heindriki Prinsi í donskum admiralbúna.
- Vit hava gjørt hetta til stuttleika, men um føroyingar hava tikið tað illa upp, so er tað harmiligt. Hetta er undir ongum umstøðum eitt tekin um manglandi virðing fyri føroyingum og føroyskum klæðum, sigur Hans Engell.
Til stuttleika kann nevnast, at Heindrikur Prinsur greitt vann atkvøðugreiðsluna á heimasíðuni hjá Ekstra Blaðnum.