Ger fólk óneyðuga ótrygg

Seks fakfeløg vilja hava samgonguna at bíða

Tað eru ikki bara pensjónistarnir, sum eru eftir samgonguni, nú ætlanin er at broyta pensjónsskipanina.

 

Grundupphæddin í fólkapensjónini skal lækkast 580 krónur, og samstundis skal inngjaldið í samhaldsfasta hækkast fyri at hann kann gjalda 800 krónur meiri út um mánaðin.

 

Samstundis hevur Løgtingið áður samtykt, at allir løntakarar skulu rinda 15 prosent av lønini í eina persónliga pensjón og tað gjaldið skuldi hækka eitt prosent um árið, til tað er komið upp á 15 prosent. Men tað prosentið, sum skuldi rindast næsta ár, skal ikki rindast.

 

Pensjónistafelagið hevur harðliga átalað framferðina, og tey halda, at samgongan eigur í minsta lagi at bíða í eitt ár, tí tá er ætlanin, at semja skal vera fingin um eina heildarætlan fyri pensjónsøkið.

 

Og nú taka tey seks fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum undir við pensjónistunum. Tey seks fakfeløgini eru Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Starvsmannafelagið, Akademikarafelag Føroya og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

 

Tey halda, at hetta eru grundleggjandi broytingar í pensjónsskipanini, og tí er tað serstakliga óheppið, at tey ikki hava fingið ætlanina til ummælis. 

 

- Og slíkar eiga at gerast í góðum samstarvi við allar avvarðandi partar, og við so mikið góðum skotbrái, at tað ber at fáa eina greiða fatan av, um broytingarnar eru gagnligar ella ikki, siga tey.

 

- At broytingarnar eru so brádligar, og ikki vanligar mannagongdir ikki eru virdar, ger tað fólk óneyðuga ótrygg, siga tey.

 

Tey seks fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum heita tí á samgonguna um at bíða við hesum broytingunum til ein semja er fingin um eina penssjónsnýskipan, helst ímillum so nógvar flokkar sum tilber.

 

Samstundis vóna tey, at tey vera boðin við í arbeiðið at fyrireika ta nýggju pensjónsskipanina.